Jump to content

Drunnhvíti

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Mynd:Faroe stamp 525 drunnhvíti.jpg
Mynd:Faroe stamp 523 drunnhvíti.jpg

Drunnhvítin (Hydrobates pelagicus) er ein lítil svartur sjófuglur, ið liva nær um alt lív sítt á víðum havi og koma bert á land í bútíðini.

Drunnhvítin er sera tevsamur, og hjálpir tað honum at finna føðsluna og um náttina reiðrið, tá ið hann kemur inn aftur av havi. Á landi sæst hann bert á reiðurstaðnum, ið vanliga er í onkrari urð.

Útsjónd

Drunnhvíti er svartur um allan kroppin uttan á drunninum. Hann er hvítur, so fuglurin ber navnið við sær. Danir nevna hann stormsvale, tí at hann við sínum spísku og smølu veingjum líkist svala og ofta sæst aftaná illveður. Orðið stormur er eisini uppií navninum á mongum øðrum málum. Sermerkta skrápsnevið saman við fitjufótum hansara ger, at eingin kann mistaka hann fyri svala.

Drunnhvíti er sum grátítlingur til støddar og er millum minstu fuglar, ið liva úti á havi. Hann er 16 cm til longdar, flogið er 37 cm og hann vigar um 27 g.

Útbreiðsla og flyting

Drunnhvíti eigur ymsastaðni í Føroyum, tó mest í Urðini í Nólsoy. Summir meta, at ongastaðni í heimi er so nógvur drunnhvíti til sum har. Útbreiðsla hansara er millum Lofot, Ísland og Skotland. Her í Føroyum eru um 30.000 drunnhvítar ringmerktir, og vita vit tí, at teir halda til á havinum uttanfyri Suðurafriku.

Føði og verping

Føðin er m.a. æti (á útlendskum kril), smáir fiskar og høgguslokkar, sum hann tekur í vatnskorpuni.

Hjá drunnhvítum er árliga gongdin tann, at fyrstu fuglarnir koma higar seinast í mai. Í juli – avgust verpa teir reiðiliga stórt, hvítt (og brúnblettut) egg (um 7 g), sum teir bøla í góðar 5 vikur. Pisan fær føði hvørja nátt í uml. sjey vikur og gerst so spikafeit. So rýma tey gomlu, og millum átta og tólv dagar seinri er hon lætnað so mikið, at hon sleppur á flog og kann halda leið sína suður um Afriku. Tvey ár seinri kemur hon aftur og fer at reiðrast trý til fýra ára gomul.

Fíggindar

Rottan er ringasti fíggindin. Tó kunnu eisini másar og kjógvar taka nakað av gomlum fugli, og er hetta helst ein orsøkin til, at drunnhvítin oftast kemur í land, tá ið myrkt er. Onkustaðni er heimakettan eisini ein hóttan.

Eins og annar skrápsfuglur verjir drunnhvítin seg við at goysa spýggju eftir tí, ið kemur ov nær, og sermerktur roykur gongur at hesum fugli – eins og hjá øðrum skrápsfugli.

Kelda

Stamps.fo (av Jens-Kjeld Jensen)