Jump to content

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 26. okt 2010 kl. 20:34 av Idioma-bot (kjak | íkøst) (bottur leggur aftrat: an, bjn, eu, ht, ja, mhr, mk, ms, nn, roa-rup, sh, so, zh broytur: fr, nv)

Býflugur liva ikki vilt í Føroyum, men bæði í 19. og í 20. øld hava menn hildið býflugur.

Katólski presturin Georg Bauer, sum búði í Rættará í Havn í húsunum, sum í dag nevnast Christines Minde, var kendur fyri sín framúrskarandi vakra urtagarð, har hann millum annað hevði súreplatrø og býflugubýli. Bauer kom til Føroya í 1857, og má hetta tí hava verið í seinnu helvt av 1800-talinum.

Aftan á seinna heimsbardaga hevði Poul Skade (Schade?), sum var amtsfuldmægtig í Føroyum, saman við ríkisumboðsmanninum hunangsbýflugur í garði sínum undir Varða í Havn. Tá Skade doyði í 1951, vórðu býflugurnar sleptar leysar.


Keldur

  • Michelsen, Anna Cathrine: Katolikkarnir í Havn. Í: Varðin 10, 1930
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið