Jump to content

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 26. feb 2013 kl. 16:44 av Tofts (kjak | íkøst) (Tofts moved page Býflugur to : Býfluga er ongangtíð góðkent sum føroyskt heiti - samb. Føroysku málnevndini, eitur flogkyktið 'Bý' (kv) á føroyskum: http://www.fmn.fo/listar/nyggj_ord/Nyggj-tidar.htm)
Býflugur

Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Arthropoda
Flokkur: Insecta
Hópur: {{{hópur}}}
Familja: Apoidea

Býflugur liva ikki vilt í Føroyum, men bæði í 19. og í 20. øld hava menn hildið býflugur.

Katólski presturin Georg Bauer, sum búði í Rættará í Havn í húsunum, sum í dag nevnast Christines Minde, var kendur fyri sín framúrskarandi vakra urtagarð, har hann millum annað hevði súreplatrø og býflugubýli. Bauer kom til Føroya í 1857, og má hetta tí hava verið í seinnu helvt av 1800-talinum.

Aftan á seinna heimsbardaga hevði Poul Skade (Schade?), sum var amtsfuldmægtig í Føroyum, saman við ríkisumboðsmanninum hunangsbýflugur í garði sínum undir Varða í Havn. Tá Skade doyði í 1951, vórðu býflugurnar sleptar leysar.


Keldur

  • Michelsen, Anna Cathrine: Katolikkarnir í Havn. Í: Varðin 10, 1930
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið