Jump to content

Brasil

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
República Federativa do Brasil
Føderativa Lýðveldið Brasilia
Flagg Brasilia
(Flagg Brasilia)
Skjaldarmerki Brasilia
(Skjaldarmerki Brasilia)
Tjóðarslagorð: Ordem e Progresso
Tjóðsangur: Hino Nacional Brasileiro
Alment mál Portugisiskt
Høvuðsstaður Brasília
Presidentur Luís Inácio Lula da Silva
 
Fullveldi Fullveldi
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
8 547 404 km²
0,65 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2007
 - tættleiki
 
183 888 841
22/km²
Gjaldoyra Real
Tíðarøki
Økisnavn á alnetinum .br
Telefonkota +55

Føderativa Lýðveldið Brasiliaportugisiskum República Federativa do Brasil), ella bara Brasil, er størsta og fólkatættasta landið í Suðuramerika, víddin er næstan tann sama sum hjá USA.

Landið er á stóra økinum millum Andesfjøllini og Atlantshavið og hevur landamørk upp til Uruguay, Argentina, Paraguay, Bolivia, Peru, Kolombia, Venesuela, Guyana, Surinam og Franskt Guyana. Brasilia hevur fingið navn eftir brasiltrænum, sum veksur í landinum, og hevur eitt stórt náttúrutilfeingisríkidømi. Landið hevur stór landbúnaðarøki og risastórar regnskógir.

Høvuðsstaðurin eitur Brasília. Hann avloysti í 1960 Rio de Janeiro, sum inntil tá hevði verið brasilskur høvuðsstaður. Stórfingni býarplanurin hevur skap sum eitt jetflogfar! Størstu býir eru São Paulo og Rio de Janeiro. Aðrir stórir býir eru Anapolis, Belem, Belo Horizonte, Campinas, Curitiba, Fortaleza, Goiania, Manaus, Porto Alegre, Recife, Salvador, Vila Velha og Vitória.

Søga

Les eisini: Brasilska søgan

Nomaduættarbólkar høvdu búð í Brasilia í í minsta lagi 6000 ár, tá landið varð uppdagað av portugisiskum rannsóknarfararum umleið ár 1500. Komandu trýhundrað árini búsettu portugisar seg í landinum og stýrdu tað sum eitt gevandi hjáland, grundað á trælahaldi. Í 1808 flutti João VI av Portugal, sum var flýddur undan Napoleon, til Brasilia saman við kongafamiljuni og stjórnini. Hóast tey fóru aftur til Portugals í 1821, hevði uppihaldið við sær, at brasilska fólkið ynskti sær sjálvstýri, og í 1822 stovnaði Dom Pedro I tað sjálvstøðuga Brasilska Ríkið. Ríkið vardi inntil næsti keisarin Dom Pedro II, varð koyrdur frá í 1889 og ein republikansk føderatión varð sett á stovn.

Í endanum á 1800-árunum og í byrjanini á 1900-árunum fluttu fleiri enn 5 milliónir evropear og asiatar til Brasilia. Í sama tíðarskeiði vaks eisini ídnaðurin, og man fór at gagnnýta lendið betur. Brasilska demokratiið broyttist til einaveldi tríggjar ferðir: 1930-1934 og 1937-1945 undir Getulio Vargas, og 1964-1985 undir eini røð av herovastum.

Fólkið í Brasilia er blandað, flestu fólk eru hvít ella mulattar. Stórur munur er á ríkum og fátøkum, og í slummøkjunum í býunum er meginparturin av íbúgvunum svørt ella mestizar.

Í dag er Brasilia vegna stóra skuld í stórari búskaparligari og sosialari kreppu. Skuldin verður goldin við einum stórum parti av BTÚ, og hetta forðar fyri neyðugum íløgum og búskaparligum vøkstri.

Statir

Les eisini greinina: Brasilskir deilstatir

Brasilia hevur 26 statir (estados) og eitt føderalt øki (distrito federal):

Landalæra

Les eisini greinina: Brasilsk landalæra

Brasilia er eyðkent av víða og lága Amazonas-regnskóginum norðanfyri, stóra váta lendinum Pantal vestanfyri, og sunnanfyri tað opna lendið við heyggjum og smáum fjøllum. Tað er brasilski landbúnaðardepilin, og har býr størsti parturin av fólkinum. Framvið Atlantshavsstrondini eru fjallaryggir, men hægstu fjøllini Pico da Neblina (3.014 m) og Pico 31 de Março (2.992 m), eru á markinum til Venezuela í statinum Amazonas.

Stórar áir

Amasonasáin er heimsins størsta á, tá tað er vatnmongdin, sum telur. Í Paraná-ánni eru teir hugtakandi Iguaçu-fossarnir, og harumframt skulu nevnast Rio Negro, São Francisco, Xingu, Madeira og Tapajós.

Veðurlag

Brasilia er nær við ekvator, og tískil er veðurlagið í høvuðsheitum tropiskt, við fáum broytingum. Í sunnara partinum av landinum er veðurlagið tó subtropiskt, og meira tempererað, og har kann bæði kavi og frostveður koma fyri. Nógv avfall er í váta partinum av Amasonasøkinum, hóast tey eisini hava minni fruktagóð øki, serliga í landnyrðingspartinum.

Keldur

Slóðir úteftir

Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA