Jump to content

Buenos Aires

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Flagg Skjøldur
Mynd:Flag of Buenos Aires (City) in Argentina.gif Mynd:Buenos Aires Coats of Arms.gif
Land: Argentina
Vídd: 203 km²
Íbúgvar (2007): 3 034 161
fyri km²: 14.94/km²
Mál: Spanskt
Heimasíða: Buenosaires.gov

Buenos Aires er høvuðsstaður og størsti býur í Argentina. Í Buenos Aires og økinum rundanum búgva 13 mió. fólk. Næstan 40 % av fólkinum í Argentina búgva í Buenos Aires ella tætt við býin, sum er ein hin størsti á suðurhálvu.

Spaniamenn grundaðu Buenos Aires sum havnabý í munnanum á ánni Rio de la Plata í 1536; og fólkið í býnum verður enn kallað "portenos", ið merkir "havnabýarfólk". Nú er Buenos Aires nýmótans býur við breiðum vegum, tunlum og dýrum handlum.

Býurin er handilsmiðdepil í Argentina, og meginparturin av útflutningi landsins verður avskipaður haðan.