Havnar Bóltfelag ella HB er eitt fótbóltsfelag úr Tórshavn sum varð stovnað 4. oktober1904. Felagið er eitt hitt størsta fótbóltsfelagið í Føroyum við umleið 1000 limum. HB er tað fótbóltsfelagið í Føroyum, ið hevur vunnið flest føroyameistaraheiti. Í 2020 vann HB sítt 24. FM-heiti, og hin 5. december 2020 vann HB eisini finaluna um Løgmanssteypið og gjørdust tí greipuvinnarar fyri 13. ferð. Teir vunnu tað fyrsta FM heitið í 1955.
Tann 18. juli1909 spældi HB sín annan dyst ímóti Tvøroyrar Bóltfelag í Havn, sum HB vann 3-1.Kvinnurnar hjá HB móti FC Suðuroy 22. apríl 2012, dystur í steypakappingini.