Jump to content

Hetland

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Shetland
Flagg Hetland
(Flagg Hetland)
Skjaldarmerki Hetland
(Skjaldarmerki Hetland)
Tjóðarslagorð: Með lögum skal land byggja
Tjóðsangur: Ongin
Alment mál Enskt
Høvuðsstaður Lerwick
Drotning Elisabeth II
Stjórnarleiðari Morgan H. Goodlad
Fullveldi Onki
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
1,466 km²
NA
Íbúgvar
 - tilsamans 2003
 - tættleiki
 
21 870
15/km²
Gjaldoyra Enskt pund GBP
Tíðarøki UTC +0
Økisnavn á alnetinum Onki
Telefonkota +44

Hetland, (á enskum Shetland, á norrønum Hjaltland, á skotskum: Ȝetland/Zetland), er oyggjabólkur norður úr Skotlandi. Formliga er Hetland partur av Skotska Kongaríkinum, sum formliga er partur av Sameinda Kongaríkinum í Stórabretlandi, sum síðani aftur hevur skift navn.

Hetland

Søga

Hetland var í fornøld bygt av piktum, sum annars vóru í Norðurskotlandi. Men tá norðbúgvar fóru at búseta seg har um 800, vóru piktarnir helst horvnir.

Eins og í Føroyum var eitt Alting, har allir frælsir menn kundu møta og allar ósemjur vóru loystar.

Hetland var ogn hjá norsku krúnuni eins og Føroyar. Men 28. mai 1469 var Hjaltland, sum tað æt tá, pantsett fyri 8000 rínskar gyllin til skotakong. Hetland hevur verið skotsk ogn síðani.

Lógirnar, sum hetlendska Altingið gjørdi í sínari tíð, eru ongantíð settar úr gildi. Hetta merkir, at Hetland verður stjórnað sambært gamlari norrønari lóg, hóast Altingið langt síðani er farið í søguna.

Politikkur

Av 22 limum í Hetlandsráðnum, sum er hægsti myndugleiki í Hetlandi eftir fólkið, eru 5 valdir politiskt (liberal-demokratar). Í Skotska Tjóðartinginum síggjast politiskir flokkar betri aftur. Ein liberal-demokratur er valdur at umboða Hetland beinleiðis við Hetlandi sum valdømi. Men Skotland hevur tvey sløg av valdømum, og Hetland er partur av einum teirra. Í Hálondunum og oyggjunum, sum er eitt valdømi ið umfatar Hetland, eru tveir limir valdir umboðandi Konservativa flokkin, tveir fyri Labourflokkin, ein fyri Grøna flokkin og tveir fyri Scottish National Party.

Mentan

Mál

Hetlendskt mál ber týðilig brá av at vera av norrønum uppruna. Fyri tveyhundrað árum síðani var norrøna málið Norn útbreitt í Hetlandi. Við hesum máli kundu føroyingar og hetlendingar tosa beinleiðis saman á móðurmáli sínum, sum teir javnan gjørdu.

Málið er nú útdeytt, men nógv orð og staðarnøvn liva eftir. Í yvirlitinum yvir oyggjar niðanfyri sæst t.d. at mangar av oyggjunum hava navn, ið endar -ey, sum er tað sama sum -oy á føroyskum. Eisini kann nevnast, at ullarliturin morreyt, bæði ljóst og myrkt, er navn á sama ullarliti í Hetlandi.

Landafrøði

Hetland er millum Føroyar og skotska meginlandið.

Tilsamans 110 oyggjar eru í Hetlandi Av teimum eu 19 bygdar. Størsta oyggin er Mainland. Nakrar av hinum eru hesar:

  • Balta, Bigga, Bressay, Brother Isle, Burra
  • East Linga
  • Fetlar, Fish Holm, Foula
  • Gloup Holm, Gruney
  • Haaf Gruney, Hascosay, Hildasay, Huney
  • Lady's Holm, Lamba, Linga nær við Muckle Roe, Linga nær við Mainland, Linga nær við Yell, Little Roe, Lunna Holm
  • Moul of Eswick, Mousa, Muckle Flugga, Muckle Ossa, Muckle Roe
  • North Havra, Noss
  • Orfasay, Out Stack, Oxna
  • Papa, Papa Little, Papa Stour
  • Samphrey Sound Gruney, South Havra, South Isle of Gletness
  • Trondra
  • Unst, Urie Lingey, Uyea, Uynarey
  • Vaila, Vementry
  • West Linga, Whalsay
  • Yell

Fair Isle er umleið mitt millum Hetlands og Orknoya, men verður ofta roknað sum partur av Hetlandi og umsitin haðani. Outer Skerries eru eystan fyri oyggjabólkin.

Búskapur

Høvuðsvinnurnar í Hetlandi eru

  • Framleiðsla av ráðolju og náttúrugassi
  • Landbúnaður
  • Fiskivinna
  • Ferðavinna

Brennivínsframleiðsla er ein nýggj og lovandi vinna í Hetlandi.

Keldur

Sí eisini

Bøkur

  • Christian Pløyen: Erindringer fra en Reise til Shetlandsøerne, Ørkenøerne og Skotland i sommeren 1839. Vedbæk: Strandberg, 1999 (171 s.)
  • Jakob Jakobsen: The place-names of Shetland. (reprinted) Kirkwall: The Orcadian, 1993. (273 s., myndir)
  • James R. Nicolson: Shetland. David & Charles, 1972 (245 s., myndir, enskt)
  • Hance D. Smith: The making of modern Shetland. Lerwick: The Shetland Times Ltd., 1977. (89 s., myndir)
  • Elizabeth Balneaves: The windswept isles : Shetland and its people. London: Gifford, 1977. (328 s.)
  • James Robert Nicolson: Traditional life in Shetland. London: Hale, 1978. (206 s.)
  • Alexander Fenton: The Northern isles : Orkney and Shetland. Edinburgh: John Donald, 1978. (721 s., ill., kort)
  • Olov Isaksson: Öriken : en bok om Shetland och Orkney; bild Sören Hallgren. - Stockholm: LT, 1980. (198 s. svenskt)
  • Hance D. Smith: Shetland life and trade 1550-1914. Edinburgh: John Donald, 1984 (369 s.)
  • Liv Kjørsvik Schei: The Shetland story; photographs by Gunnie Moberg; drawings by Kari Williamson. - London: Batsford, 1988. (273 s.)
  • Michael P. Barnes: The Norn Language of Orkney & Shetland. Shetland Times 1998. ISBN 1-898852-29-4 (72 s.)
  • Geirr Wiggen: Norns død, især skolens rolle : kommentarer til en disputt om nedgangen for det nordiske språket på Orknøyene og Shetland. Oslo: Novus, 2002 (88 s., norskt (bokmål))
  • James Miller: The North Atlantic Front : Orkney, Shetland, Faroe and Iceland at war. Edinburgh: Birlinn, 2003. (175 s., myndir)

Útvortis ávísing

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið