Jump to content

Noreg

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kongeriket Norge/Noreg
Kongsríki Noreg
Flagg Noreg
(Flagg Noreg)
Skjaldarmerki Noreg
(Skjaldarmerki Noreg)
Tjóðarslagorð: Einig og tru til Dovre fell
Tjóðsangur: Ja, vi elsker dette landet
Alment mál Norskt (sámiskt í summum fylkjum)
Høvuðsstaður Oslo
Kongur Haraldur V
Forsætisráðharri Jens Stoltenberg
Fullveldi 870-1387, 1905
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
385,155 km²
7,0%
Íbúgvar
 - tilsamans 2007
 - tættleiki
 
4 770 000
14,4/km²
Gjaldoyra Norsk króna (NOK)
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .no, .sj¹ og .bv¹
Telefonkota +47
¹ikki notað

Noreg, í talumáli ofta Norra, á gomlum føroyskum Noregur og Norðvegur; er kongaríki í Norðurevropu. Í eystri hevur Noreg mark við Svøríki, Finnland og Russland, í suðuri við Skagerrak, í norðri Barentshavið og vesturi er Atlantshavið. Tað er langt land, sum smalkar longri norður, ið kemur. Har smalast er, eru bara 6,3 km frá sjónum og eystur at svenska markinum. Størsti parturin av landinum er fjallalendi, og fram við allari strondini er skergarður við túsundtals oyggjum.

Søga

Høvuðsgrein: Noregs søga

Eidsvoll 1814

Sambært kongssøgum savnaði Haraldur Hárfagri allan Noreg undir ræði sítt. Í 872 hevði hann skipað lensmansríki í Noregi. Av harðræði hansara var stór útflyting vestur í hav til Føroya, Hetlands, Orknoya, Íslands, Grønlands og aðrar staðir. Tó at hesi londini tá vóru uttanfyri Noregs ríki, vórðu tey øll løgd undir norskt kongsvald seinni.

Upp gjøgnum tíðirnar var Noreg við hvørt sjálvstøðugt, við hvørt undir donskum yvirvaldi og við hvørt undir svenskum. Men mesta av tíðini var tað sjálvstøðugt kongsríki, sjálvt um tað var undir útlendskum yvirvaldi. Tað var hetta, ið gjørdi tað gjørligt hjá noregsmonnum at loysa frá Svøríki í 1905. Eitt nýtt fullveldisríki varð ikki stovnað við hesum. Tað einasta sum hendi, var at svenski kongurin varð settur frá í Noregi, og politiska samstarvið millum Noregs og Svøríkis uppsagt.

Búskapur

Tá ið komið varð fram á olju og gass í Norðsjónum í 1969, hevði tað stórar búskaparligar broytingar við sær í Noregi, og landið er nú størsta oljuland í Evropa. Mong túsund fólk starva í oljuvinnuni, annaðhvørt á boripøllum, á reinsiverkum ella í smiðjum, ið gera til dømis skip og pallar til oljuvinnuna. Noreg selur hinum londunum í Evropa meginpartin av oljuni og gassinum.

Handilsflotin í Noregi er ein av heimins størstu. Mong túsund fólk arbeiða á skipasmiðjum og sigla við farmaskipum og ferjum, sum javnt og samt sigla ímillum býirnar og oyggjarnar á vesturstrondini. Størsti havnabýur er høvuðsstaðurin, Oslo. Sløk hálv millión fólk býr í hesum ferðarmikla býi, sum er mentunarligur, útbúgvingarliður og íðnaðarligur miðdepil í landinum.

Mong fólk arbeiða í ídnaðinum; týðandi vinnuvegir eru oljuvinna, skipasmíð og námsvinna. 6% av arbeiðsfólkinum arbeiðir í fiskivinnu, skógarvinnu og landbúnaði.

Politikkur

Tinglimir
Flokkur Tinglimir % á vali (2005)
Ap Arbeiderpartiet 61 32,7 %
FrP Fremskrittspartiet 38 22,1 %
H Høyre 23 14,1 %
SV Sosialistisk Venstreparti 15 8,8 %
KrF Kristelig Folkeparti 11 6,8 %
Sp Senterpartiet 11 6,5 %
V Venstre 10 5,9 %
Tilsamans 169 97%
Oslo

Sí eisini

Landafrøði

Mynd:Kongeriket Norge.png
Kort yvir Kongsríki Norra (trýst á myndini)


Landið er langt og smalt liggur fram við Norðuratlantshavinum og havøkjum so sum Skagerrak, Norðsjógvin, Norskahavi og Barentshavinum, har ið kendu norsku firðirnir eru. Oyggin Jan Mayen og Svalbarð eru partur av norska kongaríkinum. Og Bouvetoy har suðri í Atlantshavinum er norskt hjáland. Eisini eigur Norra hjálondini Peteroy har suðri í Kyrrahavið og økið Maudland í Antarktis. Norra er býtt sundur í 19 fylki, sum aftur eru býtt sundur í 431 kommunur. Norra er eisini býtt sundur í fimm landspartar.

Bara 3% av Noregi er egnað til dyrkilendi: Annars eru mest fjøll, berligar víddir og djúp vøtn. Mesta og besta landbúnðarjørðin er fram við og innast á botni í fjørðunum. Mongu, longu og djúpu firðirnir vórðu til, tá ið skriðjøklar skriðu av fjøllunum út ímóti strondini og gróvu seg níður í dalarnar. Firðirnir eru frá náttúrunar hond góðar havnir, og har búgva nógvir útróðarmenn og bøndur. Mong ferðamannaskipi á føgru norsku fjørðunum.

Býir

Bergen
Kort yvir Noregi (trýst á myndini)
Íbúgvar
1 Oslo 839 423
2 Bergen (Bjørgvin) 220 418
3 Stavanger/Sandnes 181 280
4 Trondheim 152 845
5 Fredrikstad/Sarpsborg 99 227
6 Drammen 93 006
7 Skien/Porsgrunn 85 812
8 Kristiansand 65 636
9 Tromsø 53 622
10 Tønsberg 46 091

Fylkir í Norra

Mentan

Henrik Ibsen (1828-1906)

Høvuðsgrein: Norsk mentan

Sí eisini