Jump to content

Slættaratindur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Slættaratindur

Slættaratindur er hægsta fjall í Føroyum. Hann røkkur upp á 880 m.[1]

Eystursíðan er brøtt. Vanliga gøtan niðan á Slættaratind er av Eiðisskarði niðan undir tindin. So verður gingið runt um tindin vestur og norður um og eystur móti tromini. Har er best er at koma niðan á tindin. Tað slepst tó upp sunnanifrá eisini, men har er meiri illgongt.

Norðanfyri er næsthægsta fjall í Føroyum, Gráfelli. Eystanfyri liggur bygdin Funningur og vestanfyri er Eiði

Keldur

  1. US.fo, Slættaratindur er ikki longur 882 m, men 880 m
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið