Jump to content

Tónlist (tónleikabólkur)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Tónlist var ein tónleikabólkur av Strondum, sum varð stovnaður í 1979 og var mest aktivur fyrst í 1980-árunum, tó spældi bólkurin av og á alment til 1995. Hann spældi mest føroyskar sjómansrímur og sangir úr Songbók Føroya fólks. Áðrenn jól 1981 útgav bólkurin kasettuband við heitinum Har bylgjan leikar.[1] Sølan setti met við 6000 seldum eintøkum. Í november 2013 sendi Kringvarp Føroya ein part av sjónvarpsrøðini Minnist tú enn, sum Suni Merkistein og onnur stóðu fyri. Har kom eitt nú fram, at ein dagin hevði Útvarp Føroya spælt bandið hjá Tónlist í døgurðatímanum, tá tað júst var komið út, og sama dag bleiv kasettubandið Har bylgjan leikar hjá Tónlist útselt ella so gott sum útselt, og fleiri máttu fáast til vega. Fleiri av sangunum gjørdust hitt og vóru ofta at hoyra í útvarpinum.

Ein annar tónleikabólkur hevur verið á Strondum, sum eisini nevndist Tónlist. Tann bólkurin spældi alment frá 1963 til 1967.[2]

Limir í Tónlist, sum gav út bandið Har bylgjan leikar, 1981

  • Andras Danielsen, sang, guitar, bass, kór
  • Poul Jacobsen, guitar
  • Hans Nielsen, sang, akkustiskan guitar, kór (flutti niður til Danmarkar)
  • Regin Johansen, trummur (andaðist í 1998)
  • Emil Thorleifsson spældi við av og á.

Tónlist av Strondum, sum spældi frá 1963-68

Hesin tónleikabókurin spældi fyrstu ferð í 1963. Teir góvust at spæla í 1968.

  • John Thomsen
  • Tonny Thomsen
  • Erhard Olsen
  • Símun E. Rasmussen

Keldur

  1. rateyourmusic.com, Har bylgjan leikar
  2. sjovarkommuna.fo, Frá tveimum lítlum dansistovum til tað stóra Bygdahúsið, Dansurin á Strondum í seinastu øld, síða 3, Tónlist eitt og tvey