Jump to content

Peru

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
República del Perú
Piruw Republika
Lýðveldið Peru
Flagg Peru
(Flagg Peru)
Skjaldarmerki Peru
(Skjaldarmerki Peru)
Tjóðarslagorð: Firme y feliz por la unión
Tjóðsangur: Somos libres, seámoslo siempre
Alment mál Spanskt, Quechua og Aymará
Høvuðsstaður Lima
Presidentur Alan García Pérez
Visepresidentur Luis Giampietri
Fullveldi 28. juli 1821
(frá Spania)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
1.285.215,6 km²
0,4 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2005
 - tættleiki
 
27 219 264
22/km²
Gjaldoyra Sol (PEN)
Tíðarøki UTC -5
Økisnavn á alnetinum .pe
Telefonkota +51

Peru ella Lýðveldið Peru (spanskt; República del Perú) er eitt land í Suðuramerika. Síðstu árini hava vinnuloysi, fátækradømi og aðrir samfelagsligir trupulleikar elvt til harðligt politiskt stríð og grovan harðskap. Tí hava útlendskar vinnufyritøkur aftrað seg við at seta pening í fyritøkur í Peru, og landið er eitt tað fátækasta í Suðuramerika. Størsi býurin og høvuðsstaður er Lima.


Søga

Kort yvir Inkaríki
Mynd:Victor Raul Haya de la Torre.jpg
Victor Raul Haya de la Torre (1895-1979)

Longu fyri 8000 árum síðan búðu veiðifólk/savnarar í Andes í Suðuramerika. Um 3500 f.Kr. vóru nógvar bygdir bygdar fram við strondini í Peru. Høvuðsvinnuvegurin var fiskiskapur. Longri inni í landinum vóru landbúnaðarsamfeløg, og fólk livdu sum bøndur og dyrkaðu bummull og seinni mais, tey brutu eisini grót úr fjøllunum til húsabygging og prýðislutir. Tey veittu vatn út á velturnar og løgdu nógv inn av nýggjum. Um 2000 f.Kr. vóru mangar stórar búsetingar í Andesfjøllum. Tey bygdu stórar bygningar til átrúnaðarlig hátíðarhald ella alment virksemi. Í El Paraiso tætt við Lima var í 1800 f.Kr. bygd ein veldig pýrmida úr flaðaðum, høgdum gróti.

Margbroytta paracas-mentanin stóð í hægsta blóma frá um 500 f.Kr. til um 200 e.Kr. á einum avbyrgdum, veðurbardum geira sunnan fyri Lima. Landbúnaðurin hjá paracas-fólkinum var fjølbroyttur, og tey dyrkaðu mais, bønir, jarðnøtir, epli og yucca. Tey dugdu sjáldsama væl at baldýra og veva, og tøkni og arbeiðsháttur teirra vóru ókend aðrastaðni. Á klæðum, sum eru stívliga 2000 ára gomul, eru funnin yvir 100 litir. Baldýraðu myndirnar eru av menniskjum, fuglum, køttum, revum og andum. Paraces-fólkið balsameraði tey deyðu og hevði hátíðarligar og drúgvar jarðarferðir. Líkini vóru helst roykt ella turkað, so at tey ikki skuldu rotna, og síðan løgd í gravkømur undir jørð; við sær fingu tey klæði, høvuðmyndir og lutir úr leiri.

Fyri fýra hundrað árum síðan var Peru miðdepil í mikla Inkaríkinum, sum rakk næstan suður ígjøgnum alt Suðuramerika. Eftirkomarar inkafólksins liva enn upp í hálendinum í Andesfjøllunum og eru um helvtin av fólkinum í Peru.

Fyrsti veruligi uppreisturin ímóti spanska yvirvaldinum í Suðuramerika var í 18. øld. Í Andesfjøllunum í Peru vóru indiánar noyddir at arbeiða í námum og verksmiðjum hjá spaniamonnum. Arbeiðsumstøðurnar vóru ræðuligar, og í 1780 gjørdu indiánarnir uppreistur. Oddamaður teirra var José Gabriel Condorcanqui (19. mars 1742 - 18. mai 1781), ein múgvandi spanskur amerikanari, sum segði seg vera ættaðan frá inka-keisaranum Tupac Amaru, ið ráddi í 16. øld. José fekk sær sjálvur hetta navnið í 1771. Uppreistrarmenninir tóku stórar partar av hálendinum og lupu á býin Cuzco. Í loyndum sendu teir viðhaldsmonnum í Bolivia boð um uppreisturin við knútastavraðum (quipu), sum inkar nýttu í gomlum døgum. Í mars 1781 fingu spaniamenn hendur á Tupac Amaru og píndu hann til deyða. Men uppreisturin helt fram, til hann var niðurbardur í 1782, tá ið uppreistrarliðini tvær reisur høvdu herjað á býin La Paz í Bolivia.

Tá ið San Martin hevði staðið á odda fyri argentinskum frælsisherdeildum, legði hann ætlaninr um at vinna Peru frælsi. Í Kili læt hann búgva út ein herflota, og í 1820 gjørdi hann innrás í Peru bæði av sjónum og av landi. Fólkið í Peru stuðlaði honum, og hann tók upp samráðingar við spanska varakongin og bað hann geva seg undir. Varakongur legði frá sær, tá ið herdeildir San Martins komu til Lima í 1821. San Martin gjørdist ríkisfyristøðumaður í Peru og lýsti landið at vera frælst ríki. Hann legði frá sær árið eftir, tí at hann vildi ikki fara upp í politiskt stríð ímillum oddamenninar í lýðveldisflokkinum.

Kyrrahavskríggið ímillum Peru og Kili (1879-1884) tók Peru ógvuliga fast, og mong ár gingu, til landið kom fyri seg aftur. Í 1920-árunum tók nýggj kollveltingarrørsla seg upp, oddamenn hannara vóru José Carlos Mariátegui (1895-1930) og Victor Raul Haya de la Torre. Haya varð sendur í útlegd fyri virksemi sítt í 1923, og í 1924 stovnaði hann rørsluna Amerikonsku Fólkakollveltingarfylkingina (APRA), ið skuldi berjast ímóti hjálandapolitikki USA í Latínamerika, tjóðartaka jørðina og ídnaðin og sameina indiánararnar í øllum Latínamerika. APRA-deildir vórðu settar á stovn í nógvum suðuramerikonskum londum, men tað var bara í Peru, at mong fólk tóku undir við fylkingini. Haya kom aftur til Peru í 1930 og gjørdist forsetavalevni hjá APRA. Mótstøðumaður hansara Sanchez Cherro vann valið, men ein aprista (APRA-viðhaldsmaður) gjørdi av við hann í 1933. Stríðið ímillum stjórnina og APRA stóð við í mong ár.

Fólkið í Lima, býur við breiðum og prýðiligum gøtum og borgum, atkvøddi fyri José Luis Bustamante, valevni, sum APRA stuðlaði, á forsetavalinum í 1945. Hann varð valdur. Haya stýrdi óalment stjórnini í tvey ár, hóast hann ikki varð valdur, men nærri kom hann ikki forsetaembætinum tey mongu árini, hann var upp í politikki.

Av fyrstantíð fekk APRA dygga undirtøku í Peru, men í mong ár varð rørslan bannað. Bæði herur og løgregla hildu hana mata støðið undan landsins trygd og bardust ímóti henni. Men hóast tað gjørdist rørslan tann politiski flokkurin, sum hevur verið longst í Peru.

Myndir


Hygg eisini at