Jump to content

Yukon

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 18. okt 2023 kl. 06:09 av InternetArchiveBot (kjak | íkøst) (Rescuing 1 sources and tagging 0 as dead.) #IABot (v2.0.9.5)
(munur) ←Eldri endurskoðan | skoða verandi endurskoðan (munur) | Nýggjari endurskoðan→ (munur)
Kort yvir Kanada, har Yukon er merkt.

Yukon er eitt kanadiskt meginøki, sum liggur í útnyrðingsparti av Kanada

Yukon

Víddin av meginøkinum er 482.443 ferkilometrar. (474.391 ferkilometrar landøki og 8.052 ferkilometrar vøtn).[1] Í 2016 búðu her 35.874 fólk.[2] Yukon hevur mark í suðri við British Columbia, í vestri við Alaska (USA) og eystri við Northwest Territories. Í hesum umráðnum finnast størstu ísfjøllini uttanfyri pólarnar.

Høvuðsstaðurin var einaferð Dawson City. Síðan 1953 er tað Whitehorse, sum samstundis er størsta búsetingin og einasti býur í Yukon.

Almenna málið er enskt, men nøkur mál hjá upprunafólkunum eru viðurkend í ávísum viðurskiftum. Og so eisini franskt, sum er annað av teimum báðum almennu málum í Kanada.[3][4][5]

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 63°38′0″N 135°46′0″W / 63.63333°N 135.76667°W / 63.63333; -135.76667

  1. Land and freshwater area, by province and territory , statcan.gc.ca (savn)
  2. provinces and territories, Population and Dwelling Count Highlight Tables, 2016 Census, statcan.gc.ca
  3. Yukon Culture and History Archived 2017-10-10 at the Wayback Machine, pinnacle-travel.org
  4. Knowledge of Official Languages, gov.yk.ca
  5. French Language Policy, flsd.gov.yk.ca