Jan Rasmussen
Jan Rasmussen er ein føroyskur lækni, granskari, ph.d lesandi á Medisinska Deplinum á Landssjúkrahúsinum, tónleikari, sangari og sangskrivari. Hann er útbúgvin sum lækni frá Københavns Universitet. Hann hevur granskað í CTD sjúkuni, ið er serliga vanlig í Føroyum.[1] Í mai 2012 varð ein grein um CTD í Føroyum almannakunngjørd í altjóða viðurkenda vísindaliga tíðarritinum Journal of inherited metabolic disease. Tað vóru Jan og Høgni Djurhuus, yvirlækni á Bráðdeplinum á Landssjúkrahúsinum, saman við starvsfeløgum í Keypmannahavn hava skrivað greinina, sum hevur heitið: ”Primary carnitine deficiency and pivalic acid exposure causing encephalopathy and fatal cardiac events”.[2]
Sum tónleikari hevur Jan serliga verið virkin í bólkinum Analog Norð, sum hevur útgivið eina fløgu í 2009 og væntandi gevur út aðru fløguni í 2014. Tónleikurin ið hann ger er elektroniskur popptónleikur. Hann ger tað mesta sjálvur, framleiðir, spælir og programmerar, men til konsertir hevur hann aðrar tónleikarar afturat sær.
Tónleikaútgávur[rætta | rætta wikitekst]
Við Analog Norð[rætta | rætta wikitekst]
Album[rætta | rætta wikitekst]
- Friendly Fire, 2009
Stakløg, útgivin á internetinum[rætta | rætta wikitekst]
- China Girl[3]
- In Pieces
- The High Road, feat. Alvilda
- Raw
- Old School
Heiður[rætta | rætta wikitekst]
- 2009 - Analog Norð varð tilnevndur Planet Awards 2009 í bólkinum Ársins nýggi bólkur/einstaklingur
Keldur[rætta | rætta wikitekst]
- ↑ Kvf.fo, Vangamyndin: Jan Rasmussen, lækni og granskari
- ↑ gransking.fo, Læknar fingið grein um CTD í altjóða tíðarrit[deyð leinkja]
- ↑ Myspace.com