Dúnbjørk

Versjón frá 19. mai 2024 kl. 11:44 av Tofts (kjak | íkøst) (Stovnaði síðu við "thumb|right|240px|Dúnbjørk í Hessen í Týsklandi. thumb|right|240px|Dúnbjørk útbreiðsluøki. thumb|left|240px|Dúnbjørk myndar træmarkið í Skandinavia. '''Dúnbjørk''' (''Betula pubescens'') er eitt leyvtræ í birkifamiljuni, sum er vanligt í Norður-Evropa. Slagið er harðført og skjóttvaksandi og verður mið...")

Dúnbjørk (Betula pubescens) er eitt leyvtræ í birkifamiljuni, sum er vanligt í Norður-Evropa. Slagið er harðført og skjóttvaksandi og verður miðalstórt. Dúnbjørk var upprunavøkstur í Føroyum, men varð avoydd tá fólk og fæ búsettust í oyggjunum.

Dúnbjørk í Hessen í Týsklandi.
Dúnbjørk útbreiðsluøki.
Dúnbjørk myndar træmarkið í Skandinavia.

Í Føroyum

Dúnbjørkin er avoydd í Føroyum, men heilir træbular eru funnir í mógvinum, t.d. uppi við Eiðisvatn tá útbyggingin fór fram har. Í nýggjari tíð er dúnbjørk gróðursett í føroyskum viðarlundum og urtagørðum.

Leinki úteftir

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið