Rúnir byggja lutvíst á gamla germanska tradisjón við at høgga tekin, myndir og stavir í klettin, men eisini á bókstavarøð tey gomlu hava møtt í sambandinum við fólkasløg í Suðurevropa.

Rúnir
Rúna steinur í Svøríki.

Orðið rúnir merkir loynidómur. Rúnirnar eru bókstavir, sum vórðu høgdir oftast í stein. Seinni uppi í miðøldini verða rúnirnar eisini høgdar í træ. Vit hoyra í Føroyingasøgu um Trónd í Gøtu, at hann var ein sera vitugur maður, sum eisini varð lagdur undir at duga gand. Tey, sum dugdu at lesa tá í tíðini, vórðu ofta roknaði sum køn í gandi. Í kvæðinum um Leiv Øssurson, tá Tróndur fer til Suðuroyar at finna Torgrím, verður sagt, at hann hevði rúnarkelvi við sær. Eitt kelvi er eitt runt træpetti.

Eldra rúnastavraðið

 
Eldri rúnaröðin
rún ljóð navn rún ljóð navn rún ljóð navn
  f *fehu „fæ“   h *hagla „hagl“   t *Tīwaz „Týr“
  u *ūruz „ursur, uroksi“   n *naudiz „neyð“   b *berkana / *berkō „bjørk, børkur“
  þ *þurisaz „tussi, risi, jøtun“   i *īsaz „ísur“   e *ehwaz „hestur“
  a *ansuz „æsir, gudar“   j *jēra „ár“   m *mannaz „maður“
  r *raidō „reið, ferð“   ï *īwaz „Ýviður, taks“   l *laukaz „leykur“ / *laguz „vatn (løgur)“
  k *kaunan „koyna = blæma, vágpirra“   p *perþō „gleði, látur“   ŋ *Ingwaz „(Yngvi-Freyr), Froyur“
  g *gebō „gáva“   z *algiz „elgur“   d *dagaz „dagur“
  w *wunjō „njóta“   s *sōwulō „sól“   o *ōþala „óðal“

Eldra rúnastavraðið varð nýtt til at skriva frumnorrønt, ein tann kendasti teksturin er á gullhornunum úr Danmark:

  • Rúnir:
    ᛖᚲᚺᛚᛖᚹᚨᚷᚨᛊᛏᛁᛉ : ᚺᛟᛚᛏᛁᛃᚨᛉ : ᚺᛟᚱᚾᚨ : ᛏᚨᚹᛁᛞᛟ
  • Transliteratión, umstaving:
    Ek Hlewagastiz : Holtijaz : horna : tawido
  • Umseting:
    "Eg Lægestur, sonur Holt (frá Holti?), gjørdi hornið"

Yngra rúnastavraðið

 
Yngra rúnastavraðið. Ovara rað vanligar ella danskar rúnir, niðara rað stuttrúnir ella norsk-svenskar rúnir.


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið