2011
Árstal |
2008 2009 2010 – 2011 – 2012 2013 2014 |
Áratíggju |
2000-árini – 2010-árini – 2020-árini |
Øldir |
20. øld– 21. øld – 22. øld |
Hendingar
- januar, februar - kollvelting í Egyptalandi
- 18. mars - Messenger missión til Merkur
- 22. juli - Yvirgangsálop í Noregi, hópmorð á ung fólk á Utøya og bumbuatsókn í Oslo. Tað var Anders Behring Breivik ið framdi bæði hópdrápini á Utøya og bumbuatsóknina í Oslo.
- 29. oktober - Løgtingsval í Føroyum
- november - Dánjal Petur Hansen (Piddi) úr Saltangará varð eftirlýstur av løgregluni, og síðan varð staðfest, at hann var blivin myrdur. Líkið varð tó ikki funnið. Ein serbi varð varðhaldsfongslaður.
- 24. november - Ódnin Berit herjaði í Føroyum og í øðrum londum. Ódnin førdi til stórar skaðar kring alt landið, serliga í Suðuroynni. Trý hús á Tvøroyri mistu alla yvirtromina, eitt av teimum var eldrasambýlið. Tey gomlu vóru førd úr húsinum stutt áðrenn yvirtromin varð skrødd omanav av ódnini.
- 25. desember - Ódnin Dagmar, eisini nevnd Jólaódnin 2011, herjaði í Føroyum, Noregi og øðrum londum. Skaðarnir vóru stórir í Føroyum, tí ikki so ógvusligir sum 24. november sama árið.
Ítróttur
Fótbóltur
Svimjing
- 26. juli - Pál Joensen svam seg í finaluna í 800 metrum frí í HM í svimjing 2011 í Shanghai við næstbestu tíðini av øllum, tíðin var 7:45,55, sum eisini var nýtt norðurlendskt met.
- 27. juli - Pál Joensen svam finaluna í 800 metrum frí í HM í svimjing 2011 í Shanghai, hann gjørdist nummar fimm.
- 30. juli - Pál Joensen svam seg í finaluna í 1500 metrum frí í HM í svimjing 2011 í Shanghai, við tíðini 14:56,66 svam hann sætt bestu tíðina, kvalifiseraði seg til Summar-OL 2012 í London og setti nýtt norðurlendskt met.
- 31. juli - Pál Joensen svam finaluna í 1500 m frí í HM í svimjing 2011 í Shanghai og gjørdist nummar fýra við tíðini 14:46,33, bert 0,67 sekund frá bronsu heiðursmerki. Hann betraði harvið norðurlendska metið frá degnum fyri við 10 sekundum og betraði eisini um kvalifikatiónstíðina til Summar-OL 2012.
Føðingar
Andlát
- 9. januar - Peter Yates, bretskur leikstjóri (føddur 24. juli 1929)
- 18. januar - Robert Sargent Shriver, amerikanskur politikari (føddur 9. november 1915)
- 23. mars - Elizabeth Taylor, amerikonsk sjónleikarinna (føddur 27. februar 1932)
- 24. mars - Axel Tórgarð, stjóri í Útvarpi Føroya og føroyskur rithøvundur og týðari
- 3. mai - Osama bin Laden, leiðari fyri Al-Qaeda
- 19. juli - Jens Pauli Heinesen, føroyskur rithøvundur (føddur 12. november 1932)