Jump to content

Munurin millum rættingarnar hjá "Ísrael"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
TXiKiBoT (kjak | íkøst)
s robot Adding: sco:Israel Modifying: tr:İsrail
No edit summary
Linja 27: Linja 27:
}}
}}


'''Ísrael''' er langt, smalt land á eysturstrondini við [[Miðjarðarhav]]. Høvuðsstaður er [[Jerúsalem]] og aðrir stórir býir er [[Tel Aviv-Jaffa]], [[Haifa]] og [[Rishon LeZion]]. Londinum hevur umleið 7 mió íbúgvar. Almennu [[mál|málini]] eru tvey í tali, [[Hebraiskt (mál)|hebraiskt]] og [[arabiskt]].
'''Ísrael''' er langt, smalt land á eysturstrondini við [[Miðjarðarhav]]. Høvuðsstaður er [[Jerúsalem]] og aðrir stórir býir er [[Tel Aviv-Jaffa]], [[Haifa]] og [[Rishon LeZion]]. Londinum hevur umleið 7 mió íbúgvar. Almennu [[mál|málini]] eru tvey í tali, [[Hebraiskt (mál)|hebraiskt]] og [[arabiskt]]. 25 prosent av ferðafólkunum, ið vitja Ísrael, eru úr [[USA]], meðan ferðafólk úr millum annað [[Frakland]]i og [[Russland]]i eisini eru nógv í tali.


== Folkið ==
== Folkið ==

Endurskoðan frá 1. jun 2008 kl. 09:14

מדינת ישראל
دولة اسرائيل
Ísrael
Flagg Ísrael
(Flagg Ísrael)
Skjaldarmerki Ísrael
(Skjaldarmerki Ísrael)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: Hatikvah
Alment mál Hebraiskt, Arabiskt
Høvuðsstaður Jerúsalem
Presidentur Shimon Peres
Løgmaður Ehud Olmert
Fullveldi 14. Mai 1948
(frá Stóra Bretland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
20,770 km²
2 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2007
 - tættleiki
 
7 184 000
324/km²
Gjaldoyra Shekel
Tíðarøki UTC +3
Økisnavn á alnetinum .il
Telefonkota +972

Ísrael er langt, smalt land á eysturstrondini við Miðjarðarhav. Høvuðsstaður er Jerúsalem og aðrir stórir býir er Tel Aviv-Jaffa, Haifa og Rishon LeZion. Londinum hevur umleið 7 mió íbúgvar. Almennu málini eru tvey í tali, hebraiskt og arabiskt. 25 prosent av ferðafólkunum, ið vitja Ísrael, eru úr USA, meðan ferðafólk úr millum annað Fraklandi og Russlandi eisini eru nógv í tali.

Folkið

Næstan helvtin av matinum í Ísrael kemur úr stórum samyrkisbúgvum, Kibbutzum, har mong húski búgva og starva saman. Tey býta alt gerandisarbeiði sínámillum, til dømis reingerð, matgerð og búnaðararbeiði. Soleiðis hava ísraelmenn lagt inn stórt oyðimarkarlendi, sum verður vætað við teldustýrdum vatnveitingum. Av tí at støðugt stríð hevur staðið ímillum Ísrael og palestinar, og landið ofta hevur kríggjast við grannalond síni, eru herur og hertænasta natúrligur partur í lívi ísraelsmanna. 18 ára gomul mega bæði dreingir og gentur gera hertænastu í nøkur ár. Genturnar fáa somu hervenjing sum dreingirnir, men sleppa undan at fara á vígvøllin í bardaga.

Søga

Ísraelska ríkið var sett á stovn í 1948, til tess at jødar um allan heimin skuldu eiga eitt heimland. Fyri tað æt landið Palestina. Stórur partur av arábiska fólkinum varð noyddur at fara úr Ísrael og mátti liva sum flóttafólk í Jordan og Libanon. Tí er mikil og áhaldandi fíggindaskapur ímillum ísraelsmenn, palestinar og arábisku grannalondini. Fyri tað, at ísraelska ríkið varð sett á stovn, búðu jødar spjaddir um allan heim. Mangan vóru teir fyri herviligum atsóknum. Í øðrum heimsbardaga (1939-1945) týndu týsku nasistarnir einar 6 milliónir jødar. Eftir annan heimsbardaga fluttu tíggjutúsundtals jødar úr øllum heiminum til Ísraels, heimlandið hjá forfedrum sínum.

Landafrøði

Landslagið er skiftandi, fruktagóðir dalar, turrar oyðimerkur, fjøll, vøtn og áir. Ídnaðurin í landinum er fjølbroyttur, og landbúnaðurin er framkomin. Ein fjallaryggur norðan úr Libanon og suður ígjøgnum Ísrael skilur strandalendið frá oyðimørkunum eystanfyri. Fjallatindarnir eru kavataktir næstan alt árið, og higar koma mong ítróttarfólk at aka á skíðum. Á markinum ímillum Ísrael og Jordan er stórt vatn, ið eitur Deyðahav. Hetta er lægsti staður í heiminum (-395 m niðan sjóvar).

Landslutur í Ísrael



1. Norður

2. Haifa

3. Center

Bahá'í World Centre í Haifa



4. Tel Aviv

5. Jerúsalem

6. Suður


A. Golanheyggjar

B. Vestan Jordaná

C. Gazageiri

Sí eisini

Útvortis ávísing