Jump to content

Munurin millum rættingarnar hjá "Drunnhvíti"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
sNo edit summary
Xqbot (kjak | íkøst)
s r2.7.2) (bottur broytur: en:European Storm Petrel
Linja 55: Linja 55:
[[da:Lille stormsvale]]
[[da:Lille stormsvale]]
[[de:Sturmschwalbe (Art)]]
[[de:Sturmschwalbe (Art)]]
[[en:European Storm-petrel]]
[[en:European Storm Petrel]]
[[eo:Malgranda petrelo]]
[[eo:Malgranda petrelo]]
[[es:Hydrobates pelagicus]]
[[es:Hydrobates pelagicus]]

Endurskoðan frá 12. aug 2011 kl. 21:48

Drunnhvítin

Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: {{{hópur}}}
Ætt: Hydrobates
Familja: Hydrobatidae
Slag: H. pelagicus

Drunnhvítin (frøðiheiti - Hydrobates pelagicus) er ein lítil svartur sjófuglur, ið livir nærum alt lív sítt á víðum havi og bert kemur á land í bútíðini.

Drunnhvítin er sera tevsamur, og hjálpir tað honum at finna føðsluna og um náttina reiðrið, tá ið hann kemur inn aftur av havi. Á landi sæst hann bert á reiðurstaðnum, ið vanliga er í onkrari urð.

Útsjónd

Drunnhvíti er svartur um allan kroppin uttan á drunninum. Hann er hvítur, so fuglurin ber navnið við sær. Danir nevna hann stormsvale, tí at hann við sínum spísku og smølu veingjum líkist svala og ofta sæst aftan á illveður. Orðið stormur er eisini uppií navninum á mongum øðrum málum. Sermerkta skrápsnevið saman við fitjufótum hansara ger, at eingin kann mistaka hann fyri svala.

Drunnhvíti er sum grátítlingur til støddar og er millum minstu fuglar, ið liva úti á havi. Hann er 16 cm til longdar, flogið er 37 cm og hann vigar um 27 g.

Útbreiðsla og flyting

Drunnhvíti eigur ymsastaðni í Føroyum, tó mest í Urðini í Nólsoy. Summi meta, at ongastaðni í heimi er so nógvur drunnhvíti til sum har. Útbreiðsla hansara er millum Lofot, Ísland og Skotland. Her í Føroyum eru um 30.000 drunnhvítar ringmerktir, og vita vit tí, at teir halda til á havinum uttan fyri Suðurafriku.

Føði og verping

Føðin er m.a. æti (á útlendskum kril), smáir fiskar og høgguslokkur, sum hann tekur í vatnskorpuni.

Hjá drunnhvítum er árliga gongdin tann, at fyrstu fuglarnir koma higar seinast í mai. Í juli – august verpa teir reiðiliga stórt, hvítt (og brúnblettut) egg (um 7 g), sum teir bøla í góðar 5 vikur. Pisan fær føði hvørja nátt í uml. sjey vikur og gerst so spikafeit. So rýma tey gomlu, og millum átta og tólv dagar seinri er hon lætnað so mikið, at hon sleppur á flog og kann halda leið sína suður um Afriku. Tvey ár seinri kemur hon aftur og fer at reiðrast trý til fýra ára gomul.

Fíggindar

Rottan er ringasti fíggindin. Tó kunnu eisini másar og kjógvar taka nakað av gomlum fugli, og er hetta helst ein orsøkin til, at drunnhvítin oftast kemur í land, tá ið myrkt er. Onkustaðni er heimakettan eisini ein hóttan.

Eins og annar skrápsfuglur verjir drunnhvítin seg við at goysa spýggju eftir tí, ið kemur ov nær, og sermerktur roykur gongur at hesum fugli – eins og hjá øðrum skrápsfugli.

Slóðir

Kelda