Jump to content

Munurin millum rættingarnar hjá "Janus Wiberg Mortensen"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Sett inn navnið á mammu Janus.
Linja 14: Linja 14:
=== Lívsleið innan tónleik ===
=== Lívsleið innan tónleik ===
==== Tónleikaútgávur ====
==== Tónleikaútgávur ====
*2014 - Breathing, 4 sangir, [[Lena Andersen]] hevur yrkt sangirnar, [[Kristoffer Mørkøre]] hevur gjørt løgini og staðið fyri upptøkunum.
*2014 - ''Breathing'', 4 sangir, [[Lena Andersen]] hevur yrkt sangirnar, [[Kristoffer Mørkøre]] hevur gjørt løgini og staðið fyri upptøkunum.
*2017 - ''Mítt vakra Føroya land'', staklag. Orð: Norðleif Wiberg Holm og [[Jens Marni Hansen]], lag: Janus Wiberg Mortensen og Jens Marni Hansen, Hans Poulsen hevur framleitt og ljóðblandað í IntroVers studio á Toftum, Janus Wiberg Mortensen syngur sangin, Margretha Højgard Poulsen syngur kór.<ref>[http://portal.fo/janus+syngur+um+sitt+vakra+foroya+land.html portal.fo - Janus syngur um sítt vakra Føroya land]</ref>


== Keldur ==
== Keldur ==

Endurskoðan frá 30. sep 2017 kl. 07:31

Janus Wiberg Mortensen (føddur 21. desember 1990 á Tvøroyri) er ein føroyskur tónleikari og fótbóltsleikari, miðvallaleikari og í læru sum maskinsmiður (2014). Í oktober 2014 gav hann út sína fyrstu fløgu við heitinum Breathing. Janus er sonur Dianu Wiberg og Oluf Mortensen av Tvøroyri, sum er løgreglumaður og fyrrverandi fótbóltsleikari við TB. Janus er føddur á Tvøroyri, flutti til Danmarkar, til Keypmannahavnar, við foreldrunum sum ársgamal, meðan foreldrini lósu niðri, og so fluttu tey aftur til Føroya, til Havnar, tá ið Janus var fýra ára gamal. Í løtuni býr hann á Toftum. Janus var gestur í útvarpssendingini Brunsj hjá Kringvarpinum hin 6. oktober 2014, vertur var Eyðfinn Jensen. Í sendingini greiddi hann frá, at tað var Robert Mc Birnie, ið hevði eggjað honum til at gera nakað við tónleikin, eftir at hann hevði sungið í Norðurlandahúsinum í einum tiltaki, sum flokkur hansara luttók í, Robert var lærari hansara tað árið. Janus segði eisini, at hann hevði spælt tónleik nakrar ferðir saman við Jens Marna Hansen.[1]

Lívsleið

Lívsleið sum fótbóltsleikari

Lívsleið innan tónleik

Tónleikaútgávur

  • 2014 - Breathing, 4 sangir, Lena Andersen hevur yrkt sangirnar, Kristoffer Mørkøre hevur gjørt løgini og staðið fyri upptøkunum.
  • 2017 - Mítt vakra Føroya land, staklag. Orð: Norðleif Wiberg Holm og Jens Marni Hansen, lag: Janus Wiberg Mortensen og Jens Marni Hansen, Hans Poulsen hevur framleitt og ljóðblandað í IntroVers studio á Toftum, Janus Wiberg Mortensen syngur sangin, Margretha Højgard Poulsen syngur kór.[3]

Keldur

  1. kvf.fo - Brunsj við Janus Wiberg Mortensen
  2. Faroesoccer.com
  3. portal.fo - Janus syngur um sítt vakra Føroya land