Jump to content

Munurin millum rættingarnar hjá "Gustave Eiffel"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
add image (from Images for biographies)
s robot Adding: id:Gustave Eiffel
Linja 44: Linja 44:
[[hr:Gustave Eiffel]]
[[hr:Gustave Eiffel]]
[[hu:Gustave Eiffel]]
[[hu:Gustave Eiffel]]
[[id:Gustave Eiffel]]
[[io:Gustave Eiffel]]
[[io:Gustave Eiffel]]
[[is:Gustave Eiffel]]
[[is:Gustave Eiffel]]

Endurskoðan frá 2. feb 2008 kl. 12:00

Gustave Eiffel

Gustave Eiffel (f. 1832 í Dijon, d. 27. desember 1923) var hann, sum bygdi heimskenda Eiffeltornið í París.

Áðrenn hann stóð fyri at byggja Eiffeltornið, hevði hann verið leiðari av byggingini av eini tokbrúgv í Útsynningsfraklandi, og síðani stovnaði hann eitt virki við spesiali innan jarnkonstruktiónir, sum var nakað lutfalsliga nýtt tá í tíðini. Hann var við at gera nógvar stórfingnar konstruktiónir, millum annað bygdi hann í portugisiska býnum Porto eina viadukt yvir ánna Douro, Garabit-viaduktina, Pest-tokstøðina í Ungarn, eitt observatorium í Nice og stálkonstruktiónina innan í Frælsisgudinnuni í New York.

Í 1887 skrivaði hann undir sáttmála um at byggja slúsurnar í Panamaveitini, men tann verkætlanin gekk ikki sum ætlað.

Aftan á Panamagøluna tók Gustave Eiffel seg aftur og starvaðist sum granskari innan veðurfrøði, radiotelegrafi og aerodynamikk.


  • 1855 útbúgvin á Ecole Centrale des Arts et Manufactures
  • 1876 byggir viadukt yvir Douro
  • 1884 Garabit-viaduktin
  • 1887 skrivar undir sáttmála um bygging av slúsum í Panamaveitini
  • 1889 Eiffeltornið


Keldur