Jump to content

Munurin millum rættingarnar hjá "Illinois"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Ávísingar úteftir + kort
Linja 1: Linja 1:
{| class="infobox"
{| class="infobox"
! align=center bgcolor="#ff9999" | Flagg
! align=center bgcolor="#ee9999" | Flagg
! align=center bgcolor="#ff9999" | Skjøldur
! align=center bgcolor="#ee9999" | Skjøldur
|- bgcolor="#FFFFFF"
|- bgcolor="#FFFFFF"
| [[Mynd:Flag_of_Illinois.svg|140px]]
| [[Mynd:Flag_of_Illinois.svg|140px]]
| [[Mynd:Seal_of_Illinois.svg|100px]]
| [[Mynd:Seal_of_Illinois.svg|100px]]
|-----
|-----
! colspan="2" align=center bgcolor="#ff9999" | [[Mynd:Map_of_USA_IL.svg]]
! colspan="2" align=center bgcolor="#ee9999" | [[Mynd:Map_of_USA_IL.svg]]
|-----
|-----
| Land: || {{flagicon|USA}} [[USA]]
| Land: || {{flagicon|USA}} [[USA]]
Linja 49: Linja 49:
Við hvørt hús varð djúpt hol grivið í jørðina, har ið meginparturin av [[Matur|matinum]] varð goymdur. Grøðin, sum leyp, varð borin inn í býin og skift ímillum embætisfólk og handverkarar, ella hon varð latin fremmandum handilsmonnum í býti við mariuglas, kopar og skeljar. Hvørt húski gjørdi sær búnyttur og amboð til egna nýtslu og at selja.
Við hvørt hús varð djúpt hol grivið í jørðina, har ið meginparturin av [[Matur|matinum]] varð goymdur. Grøðin, sum leyp, varð borin inn í býin og skift ímillum embætisfólk og handverkarar, ella hon varð latin fremmandum handilsmonnum í býti við mariuglas, kopar og skeljar. Hvørt húski gjørdi sær búnyttur og amboð til egna nýtslu og at selja.


== Myndir ==
<gallery>
<gallery mode=packed heights=130>
Mynd:Spiro_Lucifer_Pipe_HRoe_2005.jpg|Henda pipan er úr [[Cahokia]], Illinois.
Mynd:Spiro_Lucifer_Pipe_HRoe_2005.jpg|Henda pipan er úr [[Cahokia]], Illinois.
Mynd:Chromesun_kincaid_site_01.jpg|Trægirðing var uttan um torgið.
Mynd:Chromesun_kincaid_site_01.jpg|Trægirðing var uttan um torgið.
Mynd:Monks_Mound_in_July.JPG|Størsti heyggjurin var [[Monks Mound]] (omanfyri), stíviliga 30 m. høgur.
Mynd:Monks_Mound_in_July.JPG|Størsti heyggjurin var [[Monks Mound]] (omanfyri), stíviliga 30 m. høgur.
Mynd:Farm road, Champaign County.jpg|Hjávegur miðskeiðis í Illinois
Mynd:Skyline de Chicago desde el centro, Illinois, Estados Unidos, 2012-10-20, DD 06.jpg|Størsti býurin í stakríkinum er Chicago
Mynd:Corn_fields_near_Royal%2C_Illinois.jpg
</gallery>
</gallery>


== Størstu býir ==
== Størstu býir ==
Teir 10 størstu býirnir í Illinois eftir íbúgvatali vóru í 2018 hesir:
Teir 10 størstu býirnir í Illinois eftir íbúgvatali vóru í 2018 hesir:<ref name="kelda-býir"/>
# [[Chicago]] – 2 705 994
# [[Chicago]] – 2 705 994
# [[Aurora]] – 199 602
# [[Aurora]] – 199 602
Linja 71: Linja 75:
* [[USA|Sambandsríki Amerika]]
* [[USA|Sambandsríki Amerika]]


== Ávísingar úteftir==
{{Sambandsríki Amerika}}
* Heimasíða hjá stjórnini: [https://www2.illinois.gov/ illinois.gov]
* [https://en.wikivoyage.org/wiki/Illinois Illinois], wikivoyage (á enskum)
{{coord|40|2|34.8|N|89|0|46.8|W|type:region_scale:12000000|display=t}}
{{Commonscat}}
{{Commonscat}}


== Keldur ==
{{Reflist|refs=
<ref name="kelda-býir">[https://www.citypopulation.de/en/usa/illinois/ City and Town Population Totals: 2010-2019 - Illinois], citypopulation.de</ref>
}}
<references/>

{{Sambandsríki Amerika}}
[[Bólkur:Illinois|*]]
[[Bólkur:Illinois|*]]

Endurskoðan frá 29. sep 2020 kl. 22:11

Flagg Skjøldur
Land: USA USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Springfield
Størsti býur: Chicago
Innlimað: 3. desember 1818
Guvernørur: JB Pritzker (D)
Vídd: 149,998 km²
Íbúgvar (2010): 12 830 632
fyri km²: 91/km²
Tíðarzona: UTC -6/-5
Heimasíða: www.illinois.gov

Staturin Illinois (alment enskt heiti: State of Illinois) er stakríki í Sambandsríkinum Amerika við umleið 12,8 mió. íbúgvum. Í norðri hevur Illinois mark við Wisconsin, í suðuri við Kentucky, í eystri við Indiana og í vestri við Iowa og Missouri. Springfield er høvuðsstaðurin, og størsti býurin er Chicago. Í desember 1818 bleiv Illinois stakríki í USA.

Fjørutiundi forsetin, Ronald Reagan (1911-2004), Republikanski Flokkurin, var føddur í Illinois.

Eyknevni er Graslendisstaturin (enskt: The Prairie State).

Søga

Indiánarnir

Í Illinois vórðu í 1200-1400 bygdir stórir býir og andaligir miðdeplar fram við Mississippiá. Tann týdningarmesti varð bygdur í Cahokia í St. Clair County. Tað, sum eyðkendi búsetningarnar fram við Mississippiá í Suðurillinois, var allir ferhyrntu heyggjarnir, ið vóru flatir omaná og vórðu seinni brúktir sum grundir undir templum og húsum hjá tignarligum monnum. Heyggjarnir stóðu á víðum, innigirdum vøllum ella fram við breiðum vegum. Fjølbygdasta búsetingin var Cahokia í Suðurillinois, har fleiri enn 100 heyggjar vóru. Moldin til heyggjarnar varð borin í kurvum. Gággur og aðrar skeljar vórðu brotnar og eltar upp í leirin, so at hann skuldi verða sterkari.

Samfelagsskipanina í Cahokia vita vit einki um, men helst var tað høvdingadømi, og fólkið dýrkaði høvdingarnar sum gudar. Grivnar eru út nakrar prýðiligar høvdingagravir: ein høvdingur fekk 20.000 perlur við sær í grøvina, og líkini uttan um hann vísa, at alt húskið og tænararnir vórðu grivin við honum.

Flestu fólk í Suðurillinois vóru bøndur. Tey búðu í leirklíndum húsum av flættaðum greinum, sum stóðu uttan um heyggjarnar og í bygdum fram við ánni, har fruktabesta jørðin var. Bøndurnir dyrkaðu mais, bønir og grasker - moldin varð loyst við hakkara. Bøndur veiddu eisini hjørt við ørv og boga.

Við hvørt hús varð djúpt hol grivið í jørðina, har ið meginparturin av matinum varð goymdur. Grøðin, sum leyp, varð borin inn í býin og skift ímillum embætisfólk og handverkarar, ella hon varð latin fremmandum handilsmonnum í býti við mariuglas, kopar og skeljar. Hvørt húski gjørdi sær búnyttur og amboð til egna nýtslu og at selja.

Myndir

Størstu býir

Teir 10 størstu býirnir í Illinois eftir íbúgvatali vóru í 2018 hesir:[1]

  1. Chicago – 2 705 994
  2. Aurora – 199 602
  3. Naperville – 148 304
  4. Joliet – 148 099
  5. Rockford – 146 526
  6. Springfield – 114 694
  7. Elgin – 111 683
  8. Peoria – 111 388
  9. Champaign – 88 029
  10. Waukegan – 86 792

Sí eisini

Ávísingar úteftir

Coordinates: 40°2′34.8″N 89°0′46.8″W / 40.043000°N 89.013000°W / 40.043000; -89.013000

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur